Tíðindaskriv
1. oktober 2006 verður Elfelagið SEV 60 ár. Henda dagin í 1946 stovnaðu 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum elfelagið, sum við forbókstavunum á hesum oyggjum var uppkallað: SEV.
Sum árini gingu komu alsamt fleiri kommunur upp í SEV, sum tók fyrsta elverkið, Fossáverkið í Vestmanna, alment í nýtslu 5. mai 1954. Í 1963 vóru allar kommunur vorðnar limir í Elfelagnum.
Í sambandi við 60 ára dagin eru skrivað ein bók og eitt rit, umframt at ein filmur er framleiddur um felagið.
"Tíðarhvarv - við 60 áramótið hjá SEV", er heitið á bókini, sum Arnstein Niclasen, verkfrøðingur og fyrrverandi stýrisformaður, hevur skrivað. Bókin lýsir í øðrvísi vinklum nýbrot á orkuleiðini og nemur við stremban og andróður í søguni hjá SEV. Hugt verður eisini at nýggjum orkumøguleikum.
Jóan Pauli Joensen, professari, hugleiðir í einum riti, sum nevnist "Á ravmagnsslóðini" um, hvussu elmegin broytti samfelagið og gerandisdagin hjá fólki.
Fjølmiðlamenninir, Zacharias Hammer og Kári Durhuus, hava lagt til rættis ein film um SEV, sum hevur fingið heitið "Ljósbrøgd". Filmurin sigur søguna, frá tí at Ólavur á Heygum fór undir royndir at vinna elmegi burtur úr vatnorkuni í Fossá í Vestmanna til dagin í dag. Í søguligu gongdini eru eisini smáar forvitnisligar søgur, og filmurin er grundaður á bæði nýggjar og gamlar upptøkur.
Umboðsnevndin og stýrið hátíðarhalda føðingardagin á Hotel Føroyum fyrrapartin, har bókin og ritið verða løgd fram, og har filmurin verður frumsýndur.
Almenn móttøka verður á skrivstovu felagsins við Landavegin 92 í Havn seinnapartin frá kl. 15.00 til 17.00.
Leygardagin 7. oktober verður føðingardagurin hildin fyri starvsfólkum við maka á Hotel Føroyum.










