Setursráðið á Fróðskaparsetrinum hevur nú viðgjørt avgerðina hjá Mentamálaráðnum, sum hevur viðgjørt kæruna frá Jógvani Mørkøre, adjunkti á Søgu- og samfelagsdeildini.
Jógvan Mørkøre fekk eina skrivliga ávaring frá rektaranum, tí hann úttalaði seg kritiskt í Sosialinum um arbeiði í sonevndu Menas-frágreiðingini, ið Setrið legði navn til.
Mentamálaráðið kom til ta niðurstøðu í málinum, at framsøgufrælsið hjá Jógvani Mørkøre varð skert í óneyðugan mun, tá hann fekk ávaringina.
Setursráðið sigur seg taka niðurstøðuna til eftirtektar, hevur ógildað ávaringina og metir málið endað. Men samstundis sigur ovasta leiðslan á Setrinum, at hon ikki er samd við Mentamálaráðið.
»Tað hevur ongantíð verið ætlanin at forða medarbeiðarum í at siga sína hugsan alment um hetta málið, ei heldur um onnur mál. Tað, sum álagt varð medarbeiðaranum, var í síni umrøðu av samstarvsfólki hjá Setursráðnum at sýna høviskan málburð«, skrivar Setursráðið í einum tíðindaskrivi.
Í Setursráðnum sita Malan Marnersdótti, rektari, Jóan Pauli Joensen, Hans Pauli Joensen og Turið Sigurðardóttir.










