Nakrir fáir dagar eftir ólavsøku, skal eitt uppskot vera klárt um at fáa fátæk børn upp um fátækamarkið.
Tað setir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, heiður og æru í veð fyri.
Tá ið løgtingið feldi uppskotið frá andstøðuni um eitt serligt barnaískoyti til tey húski, sum eru allarringast fyri, lovaði løgmaður, at arbeiða víðari við málinum. Og hann gav teimum beinleiðis sítt orð upp á, at beint eftir ólavsøku, skal eitt uppskot vera klárt um, hvussu tað ber til at hjálpa børnum upp um fátækamarkið.
- Tað er mítt orð upp á, at vit skulu koma við einum uppskoti um at hjálpa familjum í Føroyum, sum ikki hava tað gott, staðfesti løgmaður
- Lat okkum seta eitt umboð fyri hvønn flokk at arbeiða við eini loysn, og lat okkum byrja mánadagin, segði løgmaður á tingsins røðarapalli.
- Lat okkum so biðja tey børnini, hetta snýr seg um, um eina umbering fyri at tey noyðast at bíða í tveir mánaðir afturat, legði hann afturat.
Orsøkin til, at hann ikki vildi taka undir við uppskotinum um eitt serligt barnaískoyti, var, at hann hevði ikki vissu fyri, at hetta fer at hjálpa teimum, sum ætlanin er at hjálpa.
Tí vil hann hava tíð at umhugsa fleiri loysnir, og tað skal hendan tíðin, til ólavsøku, brúkast til.










