Settur í varðhald hjá løgregluni fyri at brúka knív

Løgreglan hevur nú fýra vikur at fáa greiði á málinum

Í dag hevur Føroya Rættur gjørt av, at ein maður skal sita varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Og tað skal hann fyri at hava brúkt knív ímóti einum øðrum manni.

Tað var í gjárkvøldið, at løgreglan fekk boð um, at tveir útlendingar, sum eru í Føroyum í arbeiðsørindum, vóru komnir til ilnar í húsunum, har teir hildu til.

Tað endaði við at annar brúkti knív ímóti hinum manninum. Hann fekk onkrar smávegis snuddir av knívinum og varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Maðurin, sum hevð brúkt knív, varð tikin á løgreglustøðina, har hann hevur sitið í nátt, og í dag varð hann so førdur fyri rættin til avhoyringar.

Har varð avgjørt at hann skal varðhaldsfongslast í fýra vikur, og hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at fáa greiði á málinum, soleiðis at tað kann viðgerast endaliga.

Hesar vikurnar skal løgreglan gera ymsar kanningar og avhoyra vitni, og av tí, at talan er um ein útlending, verður útlendingastovan í Danmark eisini spurd um maðurin skal vísast úr Føroyum, verður hann dømdur. Í slíkum føri kunnu fólk fáa forboð fyri at koma aftur higar í eitt áramál, ella fyri lívið.