Poul Henrik er 38 ára gamal, havnarmaður og útbúgvin cand. merc. Liðugur við útbúgvingina arbeiddi hann í Danmark eina tíð, áðrenn hann flutti heim til Føroya.
Komin heim aftur til Føroya í 1995, undirvísti hann á Føroya Handlisskúla í Havn og á Kambsdali, samstundis sum hann arbeiddi við marknaðarføring á trolvirkinum Vónini.
Í 1996 fekk hann starv á marknaðardeildini hjá Føroya Tele, har hann seinni bleiv marknaðarleiðari.
Í 2000 flutti hann til Norra at arbeiða. Har var hann m.a. við til at seta eina fyritøku á stovn.
Síðan 2002 hevur hann rikið sína egnu fyritøku við virkisráðgeving í Havn.
Poul Henrik er sonur Áslu, f. Mouritsen, og Tórbjørn Poulsen í Havn. Hann er giftur við Katrin úr Havn, og tey eiga eina dóttir.