TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við fimmmálsskjúttan hjá Neistanum, Brynju Høj aftaná Brynja og liðfelagarnir høvdu vunnið 27-23 og harvið samanlagt 49-40 á VB í hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini.
Brynja Høj heldur, at tær fingu ikki spælið at koyra optimalt í fyrra hálvleiki, men hon heldur, at í seinna hálvleiki riggaði tað væl betur, og hon heldur, at tær í Neistanum orkaðu væl betur enn vágskvinnur seinasta partin av dystinum.
Nú gleðir Brynja Høj seg til finaluna komandi leygardag: - Tað hevði verið stuttligt at vunnið greipuna triðja árið á rað, og harvið tvey ognarsteyp í ár, slær Brynja Høj fast.