– Sigurin hjá toftamonnum var kanska uppiborin, sæð yvir allar 90 minuttirnar, men tað eru vit, sum seta B68 í gongd við at geva teimum bóltin eftir eitt fríspark. Tá bleiv tað ógvuliga trupult hjá okkum, segði Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ.
– Vit royndu at koma innaftur í dystin, og tá vit løgdu trýstið longur fram, gjørdist tað sjálvandi opnari har afturi, so B68 eisini kom í nakrar fínar støður. Men vit kundu fingið brotsspark stutt fyri leiklok, tí tá hondin er úti og bólturin verður skotin innfyri, so verður tað í øllum førum dømt onkrastaðni.
Longu mikukvøldið skal NSÍ enn eina ferð vera partur av grannauppgerð, tá Víkingur kemur á vitjan við Løkin.
– Tá er tað øgiliga einfalt hjá okkum, at vit snøgt sagt skulu út at vinna dystin. Hjá okkum er tað einki annað, ið telur, segði Pauli Poulsen.