Táið farið verður í býin, er altíð spurningurin, hvussu ein sleppur til húsar aftur.
Løgreglan sigur, at tað kemur meiri enn so fyri, at fólk fara heim til gongu - eisini hóast tað er langt, og eisini hóast tað er ímillum bygdir, og vegurin er myrkur, og fólk sjálvi ikki hava endurskin.
Løgreglan sigur, at í nátt hava tey hjálpt tveimum monnum til húsar, sum vóru til gongu eftir einum myrkum landsvegi.
Ein maður var á veg eftir Kaldbaksvegnum seint í nátt. Hann hevði verið í býnum í Havn og var á veg til gongu til Kaldbaks, tá ið fólk boðaðu løgregluni frá, tí tey stúrdu fyri trygdini.
Tá ið løgreglan kom fram á mannin, var hann næstan komin allan vegin fram, so hann fekk endurskin frá løgregluni, so at sást betri hjá bilførarum og kundi koma trygt til húsar.
Seint í nátt kom løgreglan eisini fram á ein mann sum var til gongu í Leirvíkstunlinum á veg til Gøtu. Løgreglan tók hann upp og koyrdi hann til hús.
Á løgreglustøðini halda tey ikki, at hetta er besti mátin at koma til hús upp á, tí bilarnir koyra skjótt á landsvegnum, teir eru ikki upplýstir og tá ið fólk so heldur ikki hava endurskin, síggjast tey illa.
Mangan eru tey heldur ikki edrú og hjálpir ikki upp á gongulagið og tey kunnu eisini koma illa fyri av kulda, fyri ikki um at tala, skuldu tey sovna onkustaðni á veg til húsar.