Marjus Dam spældi við eld, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár, varð samtykt beint fyri jól.
Og hann sigur, at tað gjørdu eisini aðrir tinglimir í samgonguna.
Síðani fíggjarlógin varð samtykt, hevur rok verið um, at Løgtingið samtykti, at Landskassin hereftir skal betala tað, sum undirsjóvartunlarnir kosta at reka. Sum tað hevur staðið í Sosialinum seinastu dagarnar, fúka skuldsetingar um lump og lirk og veikar samgongutinglimir ígjøgnum luftina av hesum sama.
Men Marjus Dam, sum er sambandsmaður og sostatt eisini limur í samgonguni, sigur, at tað er tað mest natúrliga í verðini, at landskassin betalir tað, sum undirsjóvartunlarnir kosta í rakstri.
Ófrávíkiligt krav
Hann sigur rætt og slætt, at bæði hann og aðrir limir í samgonguni, settu tað sum eitt ófrávíkiligt krav, at undirsjóvartunlarnir sluppu undan rakstrinum og at landskassin tók yvir.
- Hevði landskassin ikki átikið sær útreiðslurnar av tí, sum undirsjóvartunlarnir kosta at reka, hevði eg ikki atkvøtt fyri fíggjarlógini fyri næsta ár, sigur hann.
- Og tað høvdu aðrir tinglimir í samgonguni heldur ikki leggur hann afturat.
Hann sigur, at politikarar í samgonguni vistu av hesum frammanundan.
Hann sigur, at hevði hetta ikki endað við, at landskassin átók sær hesar útreiðslurnar, er tað ein stórur spurningur um fíggjarlógin hevði verðið samtykt.
Og tað hevði verið ein alvorlig støða, sum samgongan neyvan hevði yvirlivað.
Hann sigur tí, at hetta er tískil ikki eitt mál, sum er brádliga íkomið.
- Anfinn Kallsberg hevur ikki lumpað nakran, sum bæði tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum hava skuldsett hann fyri, sigur Marjus Dam.
Skulu javnsetast
Hann vísir á, at landið betalir tað, sum tað kostar at reka allar tunlar í landinum, uttan undirsjóvartunlarnar.
Tí heldur hann, at allir tunlar skulu javnsetast og tí eigur landið eisini at átaka sær raksturin av tunlunum.
- Hinvegin hava vit einki ímóti at betala fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar til lánini eru afturgoldin, men tað, vit betala, skal ikki fara til rakstur, men til rentur og avdráttir.
Tí hevur hann, og aðrir tinglimir í samgonguni, leingi kravt, at allir tunlar vórðu javnsettir.
- Fyri at fáa nakað at henda, var tað nú komið har til, at vit settu sum treyt, at vit atkvøddu ikki fyri fíggjarlógini, var hetta ikki tikið við.
Og nú vit sleppa undan rakstrarútreiðslunum, er tað eisini natúrligt, at tað eisini verður bíligari at sigla við Strandferðsluni.
Og tað varð eisini samtykt í Løgtinginum, tí nú fær eisini Strandferðslan fimm milliónir krónur at seta prísin á ferðaseðlum niður fyri.
- Fimm milliónir eru eini 20% av inntøkunum hjá Strandferðsluni, so tað eigur at merkjast í prísunum, heldur sambandsmaðurin í Vágum.
- Men hetta forðar ikki fyri, at vit taka málið upp í samgonguni í vár fyri at vita um vit ikki kunnu gera tað enn bíligari at brúka almenna samferðslunetið, bæði undirsjóvartunlar, strandfaraskip og bussar.
Hann sigur, at fyri øll í miðstaðarøkinum kann hetta gera akkurát tað sama, tí har er alt ókeypis at ferðast.
- Tað eru tey, sum búleikast í útjaðaranum, sum betala prísin og tað besta hevði verið at tað var heilt ókeypis, sigur hann.
Fíggjast við sparingum
At gera tað heilt ókeypis, kostar einar 80-90 milliónir.
Hinvegin kann siglingin hjá Strandferðsluni gerast ókeypis fyri einar 10-12 milliónir.
- Strandferðslan hevur einar 25 milliónir í inntøkum. Men hinvegin betalir landið 10-12 milliónir í stuðuli til fiskaflutning, til ítróttarfólk at ferðast fyri o.s.fr.
- Verður tað ókeypis at sigla, verður Strandferðslan eisini eitt sindur bíligari í umsiting.
Men verður tað ókeypis at brúka almennu ferðsluna, skal tað, sum manglar í, fíggjast onkusvegna.
Tað hevur Marjus Dam ikki eitt greitt svar upp á.
- Hann heldur ikki at tað er rætt at hækka skattin. Hann heldur somuleiðis ikki, at tað er rætt at leggja hægri avgjald á brennievni ella at hækka vegskattin.
Tí heldur hann, at hetta skal finnast við sparingum.
Men, hvar tað skal sparast, hevur hann onki boð upp á.
- Alt tað er ein spurningur, sum politisk semja má finnast um, sigur hann.
Sí eisini fleirir aðrar greinar um sama mán á internetsosialinum í dag
Marjus Dam sigur, at nú varð komið har til, at hann mátti hótta samgonguna, fyri at fáa sín vilja. Men hann var ikki einsamallur, sigur hann