Klaksvík: Í hesi jólatíð hava børn úr dagstovnum sett ein serligan dám á tann vanliga gerandisdagin í býráðshúsinum í næststørstu kommunu okkara.
Fyrrapartin í dag vóru børn úr Stórustovu í Dr. Margrethu Barnagarði á vitjan í býráðshúsium, har tey gingu Lucia.
Hetta vóru tó ikki einastu børnini í hesum ørindum. Fríggjadagin í seinastu viku løgdu nøkur nissubørn úr frítíðarskúlanum Snjallubjallu leiðina framvið og sungu nakrar jólasangir.
Í báðum førum var talan um yndisligar og hátíðarligar framførslur, sum skaptu gleði og hugna mitt í øllum meldrinum, nú jólafrítíðin av álvara nærkast.











