Arbeiðsmannafelagið á Eiði er eitt av feløgunum, sum hevur sett nógvan pening í vinnulív, tó uttan, at hetta hevur givið nakað av sær - í hvussu er ikki í hesum umfari. Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at Arbeiðsmannafelagið á Eiði, sum er limur í FA, fyri lutfalsliga stuttari tíð síðan setti umleið hálva aðru miljón í Norðís Seafood, men síðan felagið læt hesa stóru peningaupphædd, hevur lítið og einki fiskaarbeiði verið á virkinum.
Rólant Poulsen, borgarstjóri í Eiðis kommunu, váttar, at einki virksemi hevur verið á Norðís Seafood í longri tíð, og hann harmast um, at hetta áður so stóra arbeiðspláss í bygdini nú einki hevur at bjóða arbeiðsfólki í dag.
Hann heldur tó, at tað er munur á, tá feløg seta pening í virkir, sum verða endurreist, og tá peningur verður settur í virkir, sum á pappírinum eru í gongd.
Portalurin skilir, at tá peningur skuldi setast í Norðís Seafood, var nevndin í Eiðis Arbeiðsmannafelag ikki fullsamd um hesa íløgu.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, vísir á, at eftir hesa stóru peningainnspræning frá Eiðis Arbeiðsmannafelag er virksemið hjá Norðís Seafood steðgað, sum hon tekur til.









