Settu nýtt met í Sunda kommunu

Ongantíð fyrr eru so nógv grundstykki seld í Sunda kommunu.

Áhugin at flyta í Sundalagið tykist stórur fyri tíðina og fyrsta kvartal í ár eru fleiri grundstykki seld í kommununi enn nakrantíð fyrr.

 

Talan er um tilsamans níggju grundstykki í kommununi. Sunda kommuna skrivar, at stórur partur av teimum liggur í Brekkugerði í Hósvík, men eisini aðrastaðni í kommununi eru grundstykki seld. 

- Umframt methøga talið av seldur grundstykkjum so hava fólk skriva seg upp á bíðilista til at fáa stykkir í Saksun og í Tjørnuvík. Sum heild má sigast, at tað gongur væl í Sunda kommnunu, skrivar kommunan á heimasíðu síni.