í gjárkvøldið var stóra innsavningstiltakið hjá Hotel Føroyum, Team Rynkeby Føroyar og Krabbameinsfelagnum.
Og tað setti met, tí hesa ferð eydnaðist at savna saman heilar 265.000 krónur, og tað er eitt sindur meira enn í fjør.
Øll, sum vóru við, bæði tey sum skipaðu fyri, undirhildu við sangi og spæli, gjørdu mat, stóðu fyri tí tøkniliga og tey, sum bóru inn á borðið, gjørdu tað ókeypis.
Harafturat lat Hotel Føroyar bæði mat og drekka og høli, uttan at nakað fór av peninginum, sum kom inn.
Gallaveitslan á Hotel Føroyum er størsta einstaka tiltak, sum Team Rynkeby er við í, í sambandi við árliga túrin til París, sum verður í juli.
Í ár varð fult hús, og tað merkir at 240 fólk høvdu keypt atgongumerki.
Peningurin, sum kemur inn, verður allur brúktur til at bøta um korini hjá føroyskum børnum sum verða rakt av krabba og familjur teirra.
Á myndini sæst Alfred Hummeland, liðleiðari hjá Team Rynkeby, vinstrumegin, taka ímóti innkomna peninginum frá Tummas Láadal frá Hotel Føroyum.