Á miðdegi í gjár varð boðað frá, at tveir rennarar vóru á veg ígjøgnum Hovstunnilin. Løgreglan sigur, at tað var ein bilførari sum ringdi at boða frá, tí hann fekk sær ein rættiliga hvøkk, tá ið hann brádliga hevði ein rennara framman fyri bilin.
Løgreglan sigur, at annar rennarin rann í vegjaðaranum, men hin rann á sjálvari koyribreytini. Tað er ikki ólógligt, men í hesum føri greiddi bilførarin frá, at báðir rennararnir vóru í myrkum klæðum og hvørgin av teimum hevði endurskin uppi á sær.
Løgreglan mælir staðiliga frá hesum, tí tey siga, at hetta er at seta lív og heilsu í vanda. Tey, sum renna, ella ganga ígjøgnum ein tunnil, eiga at verða í ljósum klæðum og hava nokk av endurskinum uppi á sær. Løgreglan fór í Hovstunnilin, at finna rennararnar, men tá vóru teir farnir.