Í fjør var arbeiðsloysið so lágt, sum tað ongantíð hevur verið áður, samstundis sum at avlopið hjá Als var so stórt, sum tað aldrin hevur verið áður. Tað er úrslitið, nú Als hevur gjørt árið í fjør, upp, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri, í eini fráboðan í dag.
Og í fjør setti Als fleiri met. Eins og undanfarnu sjey árini lækkaði arbeiðsloysið aftur í fjør og í miðal var arbeiðsloysið 1,8 prosent í fjør og tað er tað lægsta, sum yvirhøvur er skrásett í Føroyum.
Samstundis hevði Als eitt hann eitt avlop upp á 200 milliónir krónur og tað er tað mesta síðani ALS varð sett á stovn í 1992.
– Tað var framvegis nógv ferð á búskapinum í farna árið, og arbeiði var til mest sum allar hendur. Talið av løntakarum helt fram at veksa, og tað sama gjørdu lønargjaldingarnar, sum ongantíð hava verið so stórar sum seinasta árið, sigur Magni á Deild Olsen, stóri í Als, í eini fráboðan í dag.
Hann sigur, at tilsamans rindaðu arbeiðstakarar 245,2 milliónir í fjør og tað er tað mesta, Als nakrantíð hevur fingið inn í gjøldum.
Tilsamans vóru útgjøldini til Arbeiðsloysisstuðul 51,2 milliónir og so lág hava útgjøldini ikki verið síðani 2008.
Tað eru serliga útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli, sum eru minkaði nógv hesi árini, tí útgjøldini úr fiskavirkisskipanina eru meiri støðug og tey eru bara minkað stívliga tríggjar milliónir, úr 17 milliónum 2018, niður í 13,8 milliónir í fjør.
Annars eru trý fólk færri í umsitingini í Als og lønarútreiðslurnar lækkaðu 500.000 krónum niður í 14,3 milliónir. krónur Við árslok í fjør var eginognin hjá Als, 911 milliónir, sum er tað mesta í søguni hjá Arbeiðsloysisskipanini.
Stýrið og stjórn eru væl nøgd við úrslitið. Tann góða gongdin í samfelagnum sæst aftur í úrslitinum, og framtíðin er tryggjað. Fíggjarliga er Als væl fyri at standa ímóti teimum bakkøstum, sum kunnu koma, sigur Magni á Deild Olsen