Settu eld á tvær ferðir í nátt

Í nátt varð boðað frá eldi í viðarlundini í Havn og á gras uttanfyri hús í Havn

Tvær ferðir í nátt hava fólk ringt til løgregluna og boða frá, at eldur er í.

 

Seint í gjárkvøldið ringdu fólk, sum gingu framvið einum húsum mitt í Havnini, til løgregluna og boðaðu frá, at eldur var í grasi uttanfyri húsini.

 

Sløkkiliðið varð boðsent og fekk sløkt eldin við pulvursløkkjara.

 

Tíðliga í morgun varð eisini boðað frá, at eldur var í uppi við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn. Maðurin, sum kom fram á eldin, og sum boðaði frá, at tað var so frægt av eldi, at hann kláraði ikki at sløkkja sjálvur og tískil varð sløkkiliðið boðsent og tey fingu sløkt eldin við eldsløkkjarum.

 

Løgreglan tosaði við nøkur ungfólk beint við, men leggja afturat, at tað er ikki sagt, at tey hava nakað sum helst við eldsbrunan at gera.

 

Løgreglan sigur eisini, at nú verður kannað um samanhangur er ímillum hesar báðar hendingarnar, tí tað kann tað vera, hóast fleiri tímar eru ímillum tær.

 

Annars hevur ein maður fingið bót í nátt fyri at rætta longutong ímóti løgregluna og í einum føri fekk løgreglan eisini lagt upp í millum, tá ið tveir mans komu til ilnar í miðbýnum í Havn í nátt

 

Bátastevna er á Toftum og eisini har komu fólk til ilnar, og har fór løgreglan til hjálpar og fekk tey at sissa seg aftur.