Settu eld á fullsetta kirkju

Minst 15 fólk doyðu, tá ein uppøst mattamúgva setti eld á eina kirkju í Kenya í dag Politiski ófriðurin í Kenya heldur fram og harðnar.

Myndugleikarnir siga, at í einum býi norðan fyri høvuðsstaðin Nairobi setti ein uppøst mannamúgva eld á eina kirkju, har fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær skjól. Minst 15 av teimum, sum vóru inni í kirkjuni, doyðu.

Andstøðan hevði ætlað at skipa fyri einum stórum mótmælisfundi, men løgreglan hevur sett fyrireikarunum forboð fyri at halda fundin, tí fundurin kann enda við samanbrestum, sigur løgreglan.

Minst 150 fólk eru deyð í bardøgum í Kenya síðani forsetavalið í síðstu viku. Myndugleikarnir siga, at verandi forsetin varð afturvaldur, men andstøðan vil vera við, at talan var um grovt valsvik.