Settu eld á danska flaggið

Í Kuwait mæla politikarar fólki frá at keypa danskar vørur, og í Pakistan settu studentar eld á Dannebrog fyri at mótmæla Muhammed-tekningunum Fleiri víðgongdir politikarar í Kuwait mæltu í dag teimum muslimsku londunum frá at keypa danskar vørur, tí tey donsku bløðini hava endurprentað tær umstríddu tekningarnar av Muhammed profeti.

Á einum fundi í kuwaitiska tjóðartinginum bleiv danska stjórnin umrødd sum ?synir ein hund?, men eftir kravi frá kuwaitisku stjórnini vórðu hesi orðini strikað í fundarfrásøgnini, skrivar AFP.

Í Pakistan elvdu Muhammed-tekningarnar til mótmæli í býnum Karachi. Studentar og onnur settu eld á donsk fløgg og róptu ókvæmisorð eftir Danmark og teimum donsku bløðunum.

Donsku sendistovurnar í teimum muslimsku londunum vænta, at Muhammed-tekningarnar verða umrøddar í fríggjadagsbønini nógvastaðni í morgin.