Settu eld á í miðbýnum í Havn

Løgreglan fer nú at kanna um tað ber til at finna fólkini, áðrenn nakað annað hendir

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at nógvur royk stóð úr bygninginum har almenna wc í Steinatúni er Tá ið løgreglan og átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum komu á staðið, sóu tey, at ein wc kumma var fylt við wc rullum og eldur varð settur í. Tey fingu sløkt, áðrenn nakar skaði hendi. Har var so nógvur roykur, at átaksleiðarin mátti eftir einum útluftara.

 

Løgreglan sigur, at tann sum ringdi, greiddi frá, at hann hevði sæð fleiri ungfólk har um vegir beint frammanundan. Løgreglan fer nú at kanna vakmyndatólk rundan um har fyri at vita um nakað sæst har, sum kann hjálpa teimum at finna fólkini. Eldur er ikki a spæla við, so løgreglan vil fegin hava fatur á teimum, áðrenn skaði stendst av.

 

Løgreglan fekk eisini boð um, at nógvur roykur stóð úr einum húsum í Klaksvík. Ein bilførari, sum kom koyrandi eftir vegnum, sá at nógvur roykur kom tvørtur um vegin og boðaði frá. Men tá ið tey komu á staðið, var eingin eldur, so tey vita ikki, hvat er hent.