Ein svenskur sløkkiliðsmaður hevur viðgingið, at hann var upphavsmaðurin til fleiri eldsbrunar.
Sambært blaðnum Expressen var sløkkiliðsmaðurin komin í fíggjarligar trupulleikar, eftir at hann hevði keypt sær hús, bil, sjónvarp o. a. Hann hevði ilt við at gjalda alt, og tá lánveitararnir fóru at gera vart við seg, fann maðurin upp á ráð. Hann visti, at hann kundi fáa 164 krónur eyka fyri tann fyrsta tíman og síðani 109 krónur hinar tímarnar, hvørja ferð eldur var í onkunstaðni.
Løgreglan í Pålsboda stóð á berum, tá ikki færri enn ellivu eldsbrunar herjaðu býin seinasta summar, men sum frá leið eydnaðist tað løgregluni at staðfesta, at her ruggaði ikki rætt. Nú hevur sløkkiliðsmaðurin so viðgingið, at tað var hann, sum setti eld á - fyri at fáa pengar til at gjalda skuldina.










