Setti seg í skeivan bil og rendi á

Bilførari tók feil og setti seg í skeivan bil í SMS og rendi á.

Løgreglan er júst nú í SMS og kannar eitt lítið ferðsluóhapp, sum má sigast at vera heldur øðrvísi.

 

 

Lið um lið stóðu tveir eins bilar í parkeringsplássinum uttanfyri SMS. Eigarin av tí eina bilinum kemur út og setur seg í skeiva bilin. Lykilin stendur í hesum bilinum og tá ið hann tendrar bilin, stendur hann í fyrsta gearið og bilurin ger eitt hopp beint inn í garðin uttanfyri SMS.

 

 

Tá óhappið hendir stendur eigarin av bilinum á parkeringsplássinum og sær sín bil fara inn í grótgarðin. Løgreglan hevur tí gjørt onkrar smáar kanningar av hendingini, sum tó ikki leiddi til stórvegis skaða á bilin.