Við einari hond í hurðini á tyrluni hekk Oben Poulsen í leysum lofti úti á miðum havi, fyri at loysa wierin, sum var blivin fastur í skiini á tyrluni.
- Eg hugsaði ikki um mína egnu trygd í tí løtuni. Eg hugsaði bara um at fáa menninar upp, sigur Oben Poulsen.
Veðrið var so vánaligt, og tí slongdist weirurin rættiliga nógv, tá tyrlan bakkaði út afturfrá skipinum. Og tá tyrlan so steðgaði í luftini, slongdist weirurin aftur um skiina og gjørdist fastur.
- Eg veit ikki, hvat næsta stigið hevði verið, um eg ikki fekk weirin leysan, men tað er í hvussu er greitt, at fekst weirurin ikki leysur, fingust menninir heldur ikki upp í tyrluna, sigur Oben Poulsen.
Ringa veðrið gjørdi eisini, at báðir tyrluskipararnir høvdu nóg mikið at gera við at halda tyrluni støðuga.
- Eg veit ikki, um tað nakrantíð kom upp á tal at stýrimaðurin skuldi koma at hjálpa mær. Men eg hugsaði ikki um tað í tí løtuni, sigur Oben Poulsen.
Boðini, sum tyrlumanningin fekk frá skipinum var, at veðrið ikki var so galið.
- Men tá vit so komu til Sjagaklett var veðrið nógv verri enn vit høvdu fingið fatan av. Tað var tí greitt, at vit brúktu slynguna heldur enn børu, sigur Oben Poulsen.
Takksamur fyri bragdið
Tyrluskipari hendan dagin var Hans Erik Jakobsen og stýrimaður Óli Reynskor. Bjargarar vóru Bjarni Niclasen og so Oben Poulsen.
- Alt gekk sum av sær sjálvum. Vit royndu nakrar ferðir at lora menninar niður á sjógv, fyri at vita, um slakki ikki kom í weirin, men tað gjørdi tað sama. Har var einki annað at gera, enn at loysa meg úr línuni og fara út á skiina. Tá fekk eg brotið eitt petti av einum lista, har weirurin hevði skorað seg fastan, sigur Oben Poulsen.
Tað er ikki sørt, at tyrluskiparin, Hans Erik Jakobsen, er takksamur fyri innsatsin hjá Oben Poulsen.
- Undir venjing er trygdin altíð í hásæti, men tað er í slíkum støðum sum henni, vit vóru komnir í, at dirvi hjá Oben Poulsen gjørdi munin. Eg eri óendaliga takksamur fyri bragdið, sum Oben framdi, tí hann bjargaði okkum úr einari truplari støðu, sigur Hans Erik Jakobsen.
Tyrluskiparin sigur, at hóast tað beyð honum hart ímóti, var tað kortini neyðugt at lora menninar niður á sjógv fyri at vita, um weirurin loysnaði.
- Tað var ikki hugsingur um at seta menninar niður á skipið aftur, og tí bjargaði Oben okkum úr einari ringari knípu, sigur Hans Erik Jakobsen.