Førarin á einum lastbili hevur sett ferðslutrygdina í stóran vanda.
Tað er niðurstøðan hjá Føroya Rætti, nú førarin á einum lastbili hevur verið fyri rættinum.
Ein dagin, hann kom koyrandi eftir Vegnum Langa, misti hann eina stóra, fulla, tunnu úr lastini í einum svingi. Tunnan rakti eitt stakitt.
Førarin á lastbilinum varð ákærdur fyri ikki at hava tryggjað lastina nóg væl. Rætturin kom til ta niðurstøðu, at tunnan hevði rósað einaferð hann bremsaði og av tí sama kom slekkur í reimarnar, sum hildu tær. Og í einum svingi misti hann so eina tunnu úr lastini, so at hon rakti eitt stakitt.
Førarin á lastbilinum noktaði seg sekan.
Tað varð upplýst í rættinum, at tunnan vigaði 262 kilo, og dómarin kom tískil til ta niðurstøðu, at førarin hevði sett lív og heilsu á fólki í álvarsligan vanda og at stórur vandi var somuleiðis fyri materiellum skaða.
Dómarin var samdur við ákærarunum um, at førarin hevði ikki tryggjað lastina nóg væl. Tí varð hann dømdur at rinda 500 krónur í bót.
Hann missur eisini koyrikortið treytað. Tað merkir, at ger hann einki annað lógarbrot hesi næstu trý árini, so at hann hann missur koyrikortið, varðveitir hann tað.
Men ger hann nakað hesi næstu trý árini, so at hann missur koyrikortið, verður hendan revsingin løgd afturat. Hvussu leingi hann so missur koyrikortið fyri hetta brotið, er óvist.
Men undir øllum umstøðum skal førarin á lastbili upp til nýggja koyrioynd fyri at varðveita koyrikortið og klárar hann ikki royndina, missur hann koyrikortið.