Jákup Mortensen hevur verið millum teir ídnastu í fótbóltinum í NSÍ. Tað er ikki á vøllinum, at hann hevur gjørt um seg men uttanfyri vøllin, har hann hevur skipað fyri og verið formaður í nógv ár.
Nú er Jákup Mortensen heiðurslimur í NSÍ, og sunnudagin kom so endiliga tann stóra løtan, tá ið NSÍ setti seg á fótbóltstrúnuna í Føroyum.
- Eg kom higar í 1969, og tá so vøllur varð bygdur í 1973, fór eg í gongd við at venja eitt dreingjalið, og longu árið eftir vórðu vit næstbestir, beint aftanfyri TB, greiðir Jákup frá.
- Eg haldi at veruliga framgongdin byrjaði, tá vit framdu tað stig at sundurskilja fótbólt, hondbólt og kappróður. Í 1990-unum byrjaðu sjónlig framstig at koma undan kavi, og so nú í dag, aftaná øll hesu árini, kann felagið við Løkin krúnast meistarar í føroyskum fótbólti.
- Vit hava gjørt eitt megnar arbeiði við ungdómin her, og tað er av størsta týdningi, at vit halda fram við tí, sigur Jákup Mortensen.
Millum teir, sum hava mynda Formulahópin hjá NSÍ í ár, er unglingaspælarin Jann Martin Mortensen, sum er abbasonur Jákup.