Setti ferðafólk av í Djúpunum

Sea Spirit kom í dag suður gjøgnum djúpini og setti á ferðini ferðafólk av.

Ein heldur forvitnislig hending fór fram við Elduvík og Gjógv í dag, tá Sea Spirit kom siglandi suður gjøgnum Djúpini.

 

Tað er ikki á hvørjum degi at gjáarmenn og elduvíkingar fáa vitjan av ferðamannaskipum, men tað hendi í dag, tá "Sea Spirit" steðgaði á og setti ferðafólk í land eina løtu á leiðini suður ígjøgnum Djúpini, skrivar Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari í Runavíkar Havn.

 

Sea Spirit er á eini rundferð í útnorði. Hesin túrurin byrjaði í Íslandi, vitjar nú í Føroyum og fer síðani víðari til Hetlands og Orknoyggjarnar. Tað er Poseidon Expeditions, ið eigur skipið, ið var bygt í 1991.