Tað gekk ikki væl hjá einum manni í Kalifornia, sum seinasta sunnudag royndi at seta eld á ein stóran eiturkopp við einum tendrara.
Tað veit lokala heimasíðan - Record Searchlight - at siga.
Tá eldur var komin í eiturkoppin, fór hann at renna runt í íbúðini hjá manninum, har eldur fyrst kom í eina madrassu.
Tá tað hevði eydnast teimum, ið inni vóru, at sløkkja eldin í madrassuni, var eldur í øðrum tingum í íbúðini, og tað endaði við, at eldur eisini kom í vindeyguni í sovikamarinum.
Fólk, sum vóru í íbúðini, royndu at sløkkja við eini havaslangu, men tá tað ikki eydnaðist, noyddust tey at senda boð eftir sløkkiliðnum.
Tá sløkkiliðið hevði fingið tamarhald á eldinum, vóru skaðar í íbúðini fyri út við 70.000 krónur.
Eingin - undantikið eiturkoppurin sjálvur - fekk nakran skaða, men leigarin, sum setti eld í eiturkoppin við tendraranum, noyðist at finna sær ein annan bústað.