Løgreglan í Randers í Danmark hevur skuldsett eina kvinnu fyri at hava sett eld á húsini, har børn hennara, sum eru fimm og níggju ára gomul, lógu og svóvu.
-Mogens Brøndum hjá løgregluni í Eysturjyllandi sigur við TV2, at kvinnan hevur sálarligar trupulleikar.
Kvinnan, sum er 30 ára gomul, varð tikin beint fyri midnátt í gjárkvøldið, og tá var roykur í húsunum. Tað vísti seg kortini, at tey bæði børnini høvdu ikki fingið skaða.
Kvinnan skal til grundlógaravhoyring seinnapartin.










