Maðurin hevur greitt frá, at hann bleiv frá sær sjálvum, tá hann kom til hús leygarkvøldið, tí tað vísti seg, at onkur hevði verið inni. Hann og grannin sótu ikki væl um sátt, og í øði gjørdi hann ikki mætari enn at seta eld á húsini hjá grannanum, men hann dugdi ikki at siga, hví hann hevði hevnt seg inn á grannan.