Sett í tómgond fyri 1 %

- Tá ið munurin er so lítil, sum hann er hesaferð, verða avleiðingarnar av einum arbeiðssteðgi ógvuliga seint, um nakrantíð innafturvunnir, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen í eini viðmerking, sum verur prentað í fullum líki aðrastaðni í blaðnum.

Hann sigur, at hann er ikki beinleiðis partur av samráðingunum og hevur tí heldur ikki neyðuga innlitið í málið. Hann vil tí heldur ikki geva nøkrum ávísum parti skuldina fyri henda arbeiðssteðgin.
- Men eg loyvi mær at ivast í, um partarnir eru greiðir yvir, hvussu stóran ampa ein arbeiðssteðgur er fyri útjaðarin í Føroyum.
- Vóru partarnir greiðir yvir tað, høvdu teir neyvan lagt landið lamið á henda hátt fyri eitt prosent í lønarósemju, sigur borgarstjórin.
Hann heitir tí á báðar partar um at gera sítt til at ein loysn verður funnin.
- Longur tit drála, størri verður skaðin, sigur hann, samstundis sum hann óttast fyri at hesin arbeiðssteðgurin kann gerast til eina skaðiliga tómgongd, ið kann elva til at stór samfelagsvirði fara fyri skeyti.