Sett námsráðgeva

Thordis Dahl Hansen sett sum námsráðgeva i Fólkaskúladeilini

Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sett Thordis Dahl Hansen, lærara í Norðskála/Oyrar skúla, í starv í námsráðgevastarv í Fólkaskúladeildini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

Ráðgevin skal 3/5 av fullari arbeiðstíð virka í ráðgevastarvinum, meðan hon 2/5 av tíðini heldur fram í lærarastarvinum.

Thordis Dahl Hansen, sum er fødd í 1964, hevur síðani læraraútbúgvingina í 1991 virkað sum lærari í Kollafjarðar skúla og Norðskála/Oyrar skúla. Áðrenn hon byrjaði læraraútbúgvingina í 1987, var hon í eitt ár í ráðgevastarvi hjá KFUM-skótunum í Føroyum.