Sett merktar kalvar út

Magnus Heinason hevur sett út nakrar merktar alikalvar á Landgrunninum. Kalvarnir vórðu klaktir hjá Fiskaaling í Nesvík í 2005 og eru uppvaksnir har.

Kalvarnir eru settir út vestur úr Mýlingi, vestur úr Mykinesi og út fyri Toftum í Eysturoy, ávikavist 71, 70 og 60 kalvar í hvørjum stað.

Nú teir vórðu sleptir út, vóru teir millum 48 og 75 cm til longdar og vigaðu millum 1000 til 5300 gram.

Havstovan sigur, at kalvarnir eru lættir at kenna frá vanligum kalvum, tí liturin hvítumegin er nógv blandaður við litin á eygnasíðuni. Fjaðrarnar eru eisini nakað slitnar, serliga uggafjaðrarnar og á teimum flestu eisini sterturin. Harafturat eru teir merktir.

Havstovan sigur, at fólk sum veiða ein slíkan kalva, verða biðin um at senda hann til Havstovuna, Nóatún 1, Tórshavn, helst so heilan sum gjørligt. Tað meinast óviðgjørdan, hetta fyri at kanningin av fiskinum verður betri. Harafturat vil Havstovan hava upplýsingar um veiðistað, veiðitíð, veiðireiðskap og annað.

Havstovan letur 125 krónur + virðið á fiskinum fyri ein innsendan kalva.

Verður bert merkið latið inn, er finningarlønin 50 kr. Har umframt luttekur innsendarin í árliga lutakastinum um 12500,- kr fyri innsend merkir, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.