HONDBÓLTUR: Hóast ráðini ikki eru til A-landsliðshondbólt, verður tó landsliðsvirksemi í hondbólti í vetur.
HSF hevur gjørt av at skipa fyri venjingum fyri fýra landsliðsbólkum í vetur. Venjingarnar, sum byrja 10. og 11 oktober vera við U16 og U18 landsliðum hjá bæði dreingjum og gentum.
Fýra venjarar eru settir til at taka sær av liðunum, og teir eru Ingi Olsen, Sofus Dahl Christiansen, Sigrun Mikkelsen og Benny Vium, sum verður venjari hjá Neistanum í vetur.
Ætlanin er at seks venjingar skulu vera kring landið í vetur, og millum 20 og 25 spælarar sleppa at vera við í teimum ymsu bólkunum.
Í fyrstu syftu verða tað feløgini, sum skulu senda spælarar til venjingarnar, men venjarin skal síðani gera av hvørjar spælarar, hann ætlar sær at brúka.
HSF hevur meldað øll fýra liðini til Partille-Cup í Svøríki, sum verður í juni mánaða næst ár. Har er á hvørjum ári ein kapping fyri norðurlendsk ungdómslandslið.
Spælarar, sum eru føddir í 1978 og 1979 kunnu vera við á U18 landsliðnum hjá dreingjum, meðan genturnar skulu vera føddar í 1979 og 1980. Á U16 liðnum skulu dreingirnir vera frá 1980 og 1981, og genturnar frá 1981 og 1982.