Sett eld á WC við Djúpumýru í Klaksvík

Í morgun hevur onkur sett eld á ruskíløt í tveimum av vesum við fótbóltsvøllin í Djúpumýru í Klaksvík.

 

 

Talan er um vesini undir áskoðaraplássunum við fótbótlsvøllin í Djúpumýru.

Símun á Høvdanum í Klaksvík kom á staðið beint aftaná, og hann sigur, at har luktar illa av eldi, og at eldurin helst er kódnaður, tí hurðarnar hava verið aftur. Rúmini eru úr betongi, sum uttan iva hevur avmarkað skaðan.

Annað av vesunum er avlamisvesið.

Video sæst á Facebook hjá Símun á Høvdanum: https://www.facebook.com/simun.eu

##med2##