Sett eld á heilar bygdir

Myndugleikarnir í Myanmar siga, at meiri enn 22.000 fólk hava mist hús og heim í ófriði millum buddhistar og muslimar í landspartinum Rakhine ta seinastu tíðina. Sambært BBC eru meiri enn 4.600 hús brunnin í grund.

ST sigur, at fleiri túsund fólk halda til í ússaligum flóttafólkastøðum, umborð á bátum ella hava leitað sær niðan á heyggjar undan álopsmonnunum.

Myndugleikarnir í Myanmar viðgingu í gjár, at meiri enn 80 fólk hava latið lív í ófriðinum millum tann buddhistiska meirilutan og tann muslimska minnilutan, og at heilar bygdir hjá muslimunum eru farnar upp í royk. Fleiri serfrøðingar siga, at talan er um etniska útreinskan.

Muslimarnir í Rakhine hava ikki ríkisborgararætt í Myanmar, tí myndugleikarnir meta teir sum ólógligar innflytarar.