Í tíðindaskrivi sigur setrið, at professarin, sum verður settur í starv, er ættaður úr Tórshavn og hevur starvsroyndir frá universitetum í Bretlandi og í Danmark.
- Professarin skal ganga á odda í arbeiðinum við at menna eitt sterkt granskingarumhvørvi, har granskingin skal vísa á burðardyggar møguleikar fyri at minka um nýtsluna av fossilum brennievnum. Professarin fær ein leiðandi leiklut í at menna og samskipa hægri útbúgvingartilboð innan orku‐ og umhvørvisverkfrøði við atliti at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum, skrivar setrið í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum.









