Móðurmál og námsfrøði eru høvuðsevnini, tá Setrið skipar fyri fleiri fyrilestrum á Námsvísindadeildini leygardagin 24. og sunnudagin 25. august.
Frændafundur er samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands og gevur granskarum høvi til at halda fyrilestrar og skifta orð um sína gransking viðvíkjandi føroyskum og íslendskum evnum og gevur øðrum høvi til at hoyra fyrilestrarnar og orðaskiftið.
Tvey høvuðsevni eru á ráðstevnuni. Annað er móðurmál og námsfrøði, sum verður viðgjørt úr íslendskum og føroyskum sjónarhorni í tveimum høvuðsfyrilestrum og nøkrum stuttum fyrilestrum. Hitt er filmur, sum í høvuðheitum verður viðgjørt í einum íslendskum og einum føroyskum høvuðsfyrilestri, skrivar Granskingarráðið á heimasíðu sínari.
Harumframt er ein fjøld øðrum fyrilestrum: Ein røð av íslendskum fyrilestrum ber saman einstakar tættir í føroyskum og íslendskum máli; nýggjur doktari greiðir frá, hvussu djór bjarga sær við at krógva seg í bólki og ein royndur granskari hyggur at eygleiðingum hjá Chr. Matras av matmentan o.a.m.
Fyrilestrarnir verða hildnir á føroyskum og íslendskum, einstakir á norskum og donskum. Teir verða varpaðir upp á skíggja, samstundis, sum teir verða hildnir.
Skráin við fyrilesturum og onnur kunnig er tøk á heimasíðuni setur.fo
Tað er ókeypis at koma at lurta eftir fyrilestrunum og øll eru hjartaliga væl komin siga fyrireikararnir..