Setrið útsetur umsóknarfreistina til kvotu 2

Hetta verður eisini gjørt orsakað av korona-støðuni

Orsakað av korona-støðuni hevur Fróðskaparsetur Føroya tikið avgerð um at útseta umsóknarfreistina til kvotu 2 til 1. mai 2020 á midnátt.

– Í kvotu 2 verður ein samlað meting gjørd av øllum skjalprógvaðu førleikunum hjá umsøkjarunum, í mun til kvotu 1, har einans verður hugt at miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum. Tey, sum søkja gjøgnum kvotu 2, skulu saman við umsóknini leggja skjalprógv fyri førleikunum.

– Orsakað av støðuni í Føroyum í løtuni, kann vera torført hjá umsøkjarum at fáa til vega neyðugu skjølini, tí fyritøkur og stovnar ikki hava opið sum vanligt. Tí hevur Fróðskaparsetrið avgjørt at útseta umsóknarfreistina, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.