Nú Fróðskaparsetrið aftur lýsir eftir adjunkti í løgfrøði, er tað ikki longur eitt krav, at umsøkjarin fer undir phd. lestur Bert ein umsøkjari var til starvið sum adjunktur í løgfrøði, ið Fróðskaparsetrið lýsti leyst herfyri. Hesin eini umsøkjarin valdi tó at taka umsóknina aftur.
Í eini roynd at fáa fleiri at søkja starvið slakar Fróðskaparsetrið nú krøvini til umsøkjarar.
Sambært nýggju starvslýsingini er tað ikki longur eitt krav at umsøkjarin fer undir eina phd. verkætlan í løgfrøði.
- Hetta letur vónandi upp fyri, at eitt nú eisini eldri løgfrøðingar við drúgvum royndum, fara at sýna starvinum áhuga, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum.
Hann stúrir ikki fyri, at lækkaða kravið til adjunktin í løgfrøði fer at fáa óhepnar avleiðingar fyri støðið á útbúgvingini.
- Eftir fýra árum skal tann, ið verður settur í starvið, undir øllum umstøðum hava vunnið sær granskingar- og undirvísingarførleika fyri at verða settur í fast starv sum lektari, sigur Jóan Pauli Joensen.