VÍSINDI
Í sambandi við at Fróðskaparsetur Føroya fylti 40 ár í 2005, skipaði stovnurin saman við Føroya Fróðskaparfelag fyri fyrilestrarøðini “Setrið á ferð”.
Tiltakið varð skipað í samstarvi við kunningarstovurnar í Suðuroy, á Sandi, í Vágum, í Fuglafirði og mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráði, og nú er ætlanin, at upp aftur fleiri fólk skulu fáa atgongd til ta vitan, sum varð borin fram á hesum fyrilestraferðum.
Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum verður upplýst, at nú er tíðin komin til at fyrilestrarnir verða tiknir á band fyri síðani at verða sjónvarpaðir.
Upptøkurnar fara fram í høllini á Vinnuháskúlanum í hesum døgum, og evnini fevna um alt frá toski til kvinnur og kvæði.
Annika Sølvará, setursskrivari, sigur, at hetta er ein avleiðing av fyrilestrarøðini “Setrið á ferð”, ið fór fram í 2005 og 2006, sum hon heldur eydnaðist sera væl.
- Endamálið hjá okkum er at miðla, sigur Annika Sølvará, og vísir á endamálsorðingina hjá Fróðskaparsetrinum, har tað m.a. stendur, at tey skulu
Almennan áhuga
Fleiri kenna kanska ta donsku sjónvarpsrásina DK4, sum sendir fyrilestrar við frøðingum av ymiskum slagi. Annika Sølvará metir tó, at góðskan á fyrilestrunum hjá Setrinum verða av betri sendigóðsku. M.a. av tí at fleiri upptøkutól verða nýtt. Harafturat eru fólk boðin at koma til fyrilestarnar, so áhoyrarar verða til staðar.
Talan er sum nevnt um eitt breitt úrval av evnum. Dentur er tó lagdur á, at fyrilestrarnir skulu hava almennan áhuga. Annika Sølvará metir tó, at fólk kanska framman undan vita meira um grindabýti, ið tey flestu hava verið við til, enn t.d. unhvørviseitur, ið kanska er meira tekniskt. Men endamálið er sum sagt at miðla vitan víðari til almenningin.
Enn er ikki greitt, nær hesir fyrilestrarnir verða vístir í Kringvarpi Føroya. Ivan Niclasen, programmleiðari í Sjónvarpinum, sigur, at enn er einki endaligt heiti funnið fyri hesar sendingar, men at talan í fyrstu syftu helst verður um einar 20 fyrilestrar.
-- -- -- -- -- -- --
Sambært heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum verða hesir fyrilestrar tiknir upp í hesum døgum og verða væntandi sendir í Sjónvarpinum <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
<B normal"$?$end$!$
<B og STRONG < Sjónvarpinum sendir væntandi verða døgum hesum í upp tiknir fyrilestrar hesir Fróðskaparsetrinum hjá heimasíðuni normal"$?$end$!$Sambært>
Pál Weihe Umhvørviseitur ávirkar heilsuna hjá Føroyskum børnum
Jan Sørensen (biofar) Korallir í føroyskum havøki
Malan Marnersdóttir Kvinnur og kvæði
Sólfinn Hansen Søga í tvístøðu
Jóan Pauli Joensen Grind og grindabýtið
Símun Arge Fornt svínahald í Føroyum
Høgni Hammershaimb Debes Havsins gras
Elif Gaard Gróður og fiskur
Bogi Hansen Hav og gróður
Eyðfinn Magnussen Toskurin á Føroya banka
Magni Laksafoss Føroyski búskapurin
Sámal Tróndur F. Johansen Føroyar í kalda krígnum
Petur Zachariassen Frá atkvøðum til tingsessir
Erland Viberg Joensen S.E. Müller
Durita Nielsen Góðska á alifiski
Dorete Bloch Føroyska haran
Anna Maria Fosaa Plantuvøkstur í einum umhvørvi sum er í broyting
Jógvan í Lon Jacobsen Stendur purisman fyri falli
Martin Heinesen, Simon Passey og Turid Madsen Føroya jarðfrøði – við serligum atliti at tunlum
Turið Sigurðardóttir Føroysk sum lærugrein og granskingarevni
Firouz Gaini Risikosamfelagið hjá Ulrich Beck
-- -- -- -- --
MYNDATEKSTUR:
Høgni Hammershaimb Debes býtir sína vitan við onnur, meðan upptøkutólini syrgja fyri, at eftirtíðin eisini fær gagn av frálæruni
Mynd: Jens Kr. Vang









