Fyrispurningur á tingið
-Søgu- og samfelagsdeildin hevur í starvi ein professara og ein lektara, t.e. vísindastarvsfólk í føstum starvi, 2 adjunktar, t.e. vísindastarvsfólk í útbúgvingarstørvum, og í løtuni 2 Ph.D.-studentar, sum Granskingarráðið fíggjar. Talið á vísindastarvsfólki er ein fíggjarspurningur, og hetta er starvsfólkatalið, sum tað gjøgnum árini hevur borið til at seta í starv. Tað er greitt, at tað hevði verið gott fyri søguligu og samfelagsligu granskingina, um tilfeingið hjá deildini var størri bæði viðvíkjandi manning og fígging.
Fróðskaparsetrið hevur í nógv ár ynskt at fáa ment Søgu- og samfelagsdeildina við fleiri vísindastørvum og betri umstøðum til studentar og starvsfólk. Heildarjáttanin til Fróðskaparsetrið hevur seinastu árini rokkið til at fáa eitt starv afturat í búskaparfrøði. Studentar eru frá 2000 at rokna aftur tiknir upp til lestur í samfelagsfrøði eftir ein steðg í nøkur ár. Í 2001 eru studentar tiknir upp til søgulestur. Hóast hesa menning er langt eftir á mál til at hava rokkið ynskjunum á søgu- og samfelagsfrøðiliga økinum í menningarætlanunum hjá Fróðskaparsetrinum.
Søgu- og samfelagsdeildin er tann deildin, sum hevur vánaligastar umstøður til undirvísing. Arbeitt verður við at loysa bráðfeingis hølistørvin, men hetta er sum so nógv annað ein fíggjarspurningur.
Sambært lógini fyri Fróðskaparsetrið § 13, stk. 1 fara gransking og útbúgving á setrinum fram í megindeildum. Søgu- og samfelagsdeildin er ein slík megindeild.
Tá eg skal meta, um Søgu- og samfelagsdeildin er forsømd, ov illa mannað og tí ikki megnar leiklut sín, er neyðugt at síggja hetta í sambandi við ta játtan, ið løgtingið hevur samtykt at geva Fróðskaparsetrinum. Her hevur løgtingið sýnt Fróðskaparsetrinum stóra vælvild, tí játtanin til Fróðskaparsetrið er hækkað munandi seinnu árini. Hinvegin er greitt, at Fróðskaparsetrið er sjálvsognarstovnur, sum sjálvt umsitir heildarjáttanina. So hvussu setrið velur at raðfesta og býta játtanina millum megindeildirnar er upp til setrið sjálvt. Hetta kann eg sum landsstýrismaður ikki leggja meg út í.