Setrið má spara hóast meira pengar

Verða tey á Fróðskaparsetrinum biðin um at seta fleiri útbúgvingar á stovn, gera tey tað. Verða tey biðin um ikki at fara út um fíggjarkarmin, gera tey tað. – Men tá mann setur so stór ting í verk, so ber tað ikki til, at játtanin ikki fylgir við, sigur Lis Mortensen, forkvinna í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið

Nógv hevur verið tosað um játtanina til Fróðskaparsetur Føroya. Serliga hava nógv sett spurnartekin við, hvussu tað ber til, at Fróðskaparsetrið skal spara, tá tað hevur fingið størri játtan enn árið frammanundan. Hetta kann eisini tykjast løgið. Tí hava vit biðið Lis Mortensen, forkvinnu í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið, greiða okkum frá, hvussu hon sær samanhangin í hesum.


Byrjanin

Tann 12. februar 2008 vóru politikarar og fjølmiðlar bodnir við til kveikingarfund á Fróðskaparsetrinum, har framtíðin hjá Setrinum varð viðgjørd. Nógvar ætlanir vórðu stungnar út í kortið, og táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, Kristina Háfoss, tók jaliga undir við ætlanunum.

- Man hevur roynt ta tilgongdina fyrr, at vit skulu siga politikarunum, hvat skal til fyri at seta ætlanirnar í gongd. Men á vári í 2008 er fyrstu ferð at álvari kemur afturum hesi orðini. Hini árini er einki hent, hóast politikararnir lova bæði eitt og annað, greiður Lis Mortensen frá.

Hon greiður víðari frá, at arbeiðið við at seta nakað nýtt í gongd, ikki kann byrja fyrr enn pengarnir eru komir á borðið. Landsstýrið situr tá við eini bráfeingisfíggjarlóg, og ikki fyrr enn 30. mai 2008 verður ein fíggjarlóg samtykt, har tað verða játtaðar 21,4 milliónir til lønir á Fróðskaparsetrinum, í mun til 15,9 milliónir árið undan.

Í játtanini á 21,4 milliónir er tó bert roknað við løn til nýggju starvsfólkini í fimm mánaðir, og tí skal meira játtast til árið eftir, tá løn skal gjaldast alt árið.


Summarfrítíð forðar arbeiðinum

Tá fíggjarlógin er samtykt, og pengarnir eru komnir á borðið, verður farið undir at seta nýggjar útbúgvingar á stovn.

- Nú má handlast. Árið er hálvrunnið, og lønarkarmurin er hækkaður. Men nú stendur mann við summarferiuni fyri framman. Man hevur fingið stungið út í kortið, at fleiri nýggjar útbúgvingar skulu setast á stovn, og tí má handlast skjótt, vísir Lis Mortensen á.

Í summarferiuni verða trý fyrisitingarfólk sett, sum skulu vera við til at fáa nýggju útbúgvingarnar upp at standa.

- Tað er ótrúligt, at mann í juni fær eina játtan, og longu í september stendur klárur við nýggjum útbúgvingum, sigur Lis Mortensen.

Man hevur tó ikki fingið sett tey sjey vísindafólkini, sum skulu bera hesar nýggju útbúgvingarnar, men mann metir at verandi starvsfólk klára at bera fyrstu fakini, til hini størvini eru sett, og tí tekur mann næmingar inn eftir summarferiuna.



Lang setunarprosess

Sambært Lis Mortensen er ein orsøk til at bert 17,5 milliónir vórðu nýttar av teimum 21,4 milliónunum, sum vóru játtaðar, at tað tekur langa tíð at finna og seta tey sjey vísindafólkini, sum skulu bera útbúgvingarnar.

- Mann skal út í verðina at leita eftir fólkum, og mann sendir starvslýsingar út í fleiri londum. Av tí sama er setanarfreistin til størvini lang. Síðan koma umsóknirnar inn, og tær skulu viðgerast. Men tað er ikki ein og hvør, ið kann meta um slíkar umsóknir. Mann verður noyddur at finna, hvør hevur førleika at hyggja uppá teirra kvalifikatiónir, og um tær samsvara við okkara tørvir, greiður Lis Mortensen frá.

Nevndir verða settar niður at viðgera umsóknirnar, og ein neyv viðgerð fer fram, til mann at enda hevur soldað niður til tey fólkini, ið skulu fáa boð.

- Síðan megnaðu vit at fáa avtalu í lag við tey fólkini, sum vóru mett at verða tey røttu til størvini. Tað er nú lukkast at seta navn á sjey spesialiseraði vísindafólk upp á nakrar fáar mánaðir, og tað er eitt stórt bragd, staðfestir Lis Mortensen.



Trupulleikin

Tá komið er til 1. januar 2009, eru vísindafólkini farin til arbeiðis, og útbúgvingarnar farnar í gongd. Hinvegin er nógv farið fram á politiska pallinum síðan 30. mai, tá játtanin varð givin. Nýtt landsstýri er skipað, og fíggjarkreppa hevur tikið seg upp. Tí standa sparingar fremst á skránni hjá nýggja landsstýrinum.

Tá lønarjáttanin hjá Fróðskaparsetrinum varð sett til 21,4 milliónir, varð roknað við løn til nýggju starvsfólkini í fimm mánaðir. Tí skuldi játtanin hækkast til 27,5 milliónir í 2009, soleiðs at lønir kundu verða útgoldnar í 12 mánaðir, og verandi virksemi kundi halda fram.

Tó vórðu ikki meira enn 17,5 milliónir nýttar í 2008, av tí at vísindafólkini ikki vóru sett beinanvegin.

- Mann finnur tilsamans 10 fólk, sum skulu bera nýggju útbúgvingarnar. Hesi fólkini kosta fimm lønarmánaðir í 2008, men 12 lønarmánaðir í 2009. Tí má lønarkarmurin ikki standa í stað. Lønarkarmurin má vaksa, umframt trý prosent til lønarvøkstur. Hetta er tað, sum ger, at 5,3 milliónir koma at mangla í, staðfestir Lis Mortensen.

Anfinn Kallsberg segði við Rás2 í farnu viku, at lønarjáttanin til Fróðskaparsetrið er 22,2 milliónir í 2009, og at tað var ein stórur vøkstur frá tí, sum varð nýtt í fjør, umframt at hetta var í ríkiligt mát.



Loysnirnar

Fíggjarlógin er nú samtykt, og tað mangla 5,3 milliónir krónur í.

Stýrið fyri Fróðskaparsetrið hevur enn ikki tikið endaliga avgerð um, hvussu sparast skal. Farast má ikki út um lønarkarmin, og tí eru fleiri worst-case-scenario sett upp. Er eitt av teimum er, at lata vera við at taka næmingar inn á Søgu- og Samfelagsdeildina, ikki at seta útbúgvingina MA. í løgfrøði á stovn, umframt at siga fleiri fólkum úr starvi, soleiðs sum útmeldingin ljóðaði fyri eini viku síðan.

- Tá mann longu hevur tikið næmingar inn, hevur mann skyldu til at geva teimum eina útbúgving, og tað mugu vit taka fyrilit til, sigur Lis Mortensen.

Sostatt tykjast bæði Lis Mortensen og Anfinn Kallsberg hava grein í sínum máli, tá Lis Mortensen sigur, at játtanin ikki røkur til, og skerjingar mugu gerast, og tá Anfinn Kallsberg sigur, at Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið størri játtan enn undanfarin ár.


Tingsins vilji

Tað er til eina og hvørja tíð Løgtingið, ið ger av, hvørjar raðfestingar skulu gerast. Tingið ger av, um Fróðskaparsetrið skal upp- ella niðurraðfestast. Tað er leiðslan á Fróðskaparsetrinum eisini púra greið yvir.

- Vit vilja sjálvandi gera alt fyri at liva upp til tingsins vilja. Tá tey siga, at vit skulu seta fleiri útbúgvingar á stovn, so vilja vit vísa, at tað ber til. Vit vilja vísa teimum, at vit kunnu, og vóna at teir skilja, at tað tekur tíð, og má gerast ordiligt, sigur Lis Mortensen.

Hinvegin sigur Løgtingið, at farast skal ikki út um fíggjarkarmurin, og stýrið fyri Fróðskaparsetrið skal altíð liva upp til Tingsins vilja. Tí verða tey noydd at spara nakrar funktiónir og nøkur størv, soleiðs at tey framvegis kunnu liva upp til Tingsins vilja.




FAKTA


Lønarkarmur hjá Fróðskaparsetri Føroya (í mió. kr.)


2007        15,9

2008        21,4

2009*      27,5

2009**    22,2



*Upprunauppskot til fíggjarlóg til 2009

**Samtykt fíggjarlóg fyri 2009