Upptøka verður á sumri í 2009, men longu í vár verða nøkur fak boðin út, eins og grundskeið í lóg stendur teimum í boði, sum vilja fyrireika seg til framhaldsútbúgvingina Fróðskaparsetur Føroya fer nú at bjóða út masterútbúgving í lóg.
Endamálið er at geva tí lesandi praktiskan og ástøðiligan førleika innan lógkunnleika, serliga at greina, samanbera og skriva løgfrøðiligt tilfar í føroyskum og altjóða høpi.
Masterútbúgvingin byggir á grundútbúgving í hóskandi lærugrein og telur tilsamans 120 námsstig. Lesandi við aðrari útbúgving enn cand. jur. og líknandi verða kravd at taka grundskeið í lóg undan masternáminum.
Útbúgvingin fevnir um háttalagsskeið, námsskeið og ritgerð.
Fróðskaparsetrið hevur sett lektara, og eftir ætlan verður eisini adjunktur settur at undirvísa og granska í lógkunnleika. Harumframt verða eisini royndir løgfrøðingar settir sum uttanseturslektarar, og serfrøðingar úr øðrum londum verða bodnir til Føroya at undirvísa sum gestalærarar.
Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið út grundskeið í lóg, ið tilsamans sjey flokkar av lesandi nú hava tikið. Stórur eftirspurningur er eftir framhaldandi lesnaði, bæði frá fólki í føroyskari fyristing og vinnulívi og frá føroyingum, ið lesa uttanlands og sum nýta høvi til at taka fak ella skriva ritgerð um føroysk viðurskifti.
Grundskeiðið í lóg byrjar aftur í februar 2009. Fyrstu fakini í masterútbúgvingini í lóg verða boðin út seinni í vár, og upptøka til fulltíðar masternámið verður 1. juli.
Nágreiniligari upplýsingar eru á setur.fo.