Setrið á ferð: Risiko og trygd í samfelagnum

Firouz Gaini, antropologur, fer at halda níggju og fjørutiundA fyrilesturin í røðini »Setrið á ferp«, sum verður á bókasavninum í Klaksvík týskvøldið 18. apríl kl. 20

Tíðindaskriv

Tá fer Firouz Gaini, antropologur at halda fyrilesturin »Risiko og trygd í samfelagnum. Nýggj sosiologisk sjónarmið«.
Týski sosiologurin Ulrich Beck sigur okkum liva í einum risikosamfelagi, har øll royna at tryggja sær ímóti óvissum og vandum, ið tó eru vorðin partur av gerandisdegnum. Samfelagið roynir áhaldandi at basa ótryggleikum, fáa tamarhald á øllum tí óvæntaða, men tað globala risikosamfelagið gongur sínar egnu leiðir. Hugtakið risiko umfatar her alt frá náttúruvanlukkum, fólkaheilsu, terror, kríggj og altjóða fíggjarkreppur.
Firouz Gaini er antropologur, granskari og høvundur. Hann er útbúgvin á universitetunum í Oslo og Keypmannahavn, men hevur síðan 2001 verið knýttur at Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.