Fyrielstur
tíðindaskriv
Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa, saman við kunningarstovunum í Suðuroy, á Sandi, í Vágum, í Fuglafirði og mentanardeildini á Klaksvíkar Býráð fyri fyrilestrarøðini Setrið á ferð. Hetta er tiltak í samband við at Fróðskaparsetrið fyllir 40 ár í ár.
Átjandi fyrilesturin í røðini verður í Ovastovu í Nóatúni í Havn mikukvøldið 9. november kl. 20. Tá fer søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará at halda fyrilesturin: Donsk føroysk viðurskifti undir 1. heimsbardaga
Orsakað av átøkum, sum teir stríðandi partarnir settu í verk móti hvørjum øðrum undir 1. heimsbardaga, vóru stórir flutningstrupulleikar í Norðuratlantshavinum. Hetta hevði við sær, at trupult var at fáa vøru til Føroya. Løgtingið hevði síðan krígsbyrjan í 1914 arbeitt við málinum, men í 1917, tá trupulleikarnir gjørdust rættuliga álvarssamir, fór Sjálvstýrisflokkurin eisini inn í málið. Sjálvstýrisflokkurin ætlaði vegna føroyska fólkið at venda sær til bretsku stjórnina við eini umbøn um fría sigling uppá Føroyar. Stór gøla stóðst av hesum málinum í 1918, tá danska Landstingið setti eina kanningarnevnd at gera rannsóknir í málinum, og í 1919 ákærdi kanningarnevndin føroyskar sjálvstýrismenn fyri at hava framt "rigsskadelig adfærd". Hetta málið er dømi um, hvussu lætt føroysk viðurskifti kunnu vera vavd upp í danskan politikk.
Hans Andrias Sølvará er útbúgvin søgufrøðingur frá Fróðskaparsetrinum og Universitetinum í Århus. Hann hevur skrivað 1. bind av løgtingssøguni, sum kom út í 2002. Fyri millum annað hetta arbeiðið fekk hann heiðursgávu úr Vísindagrunni Sparikassans. Hans Andrias undirvísir á Studentaskúlunum á Kambsdali og á Fróðskaparsetrinum.