Setrið - ein unikur møguleiki

Føroyamálsdeildin

Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum. Eingin annar stovnur í heiminum hevur hetta starv um hendur. Tí miðar Føroyamálsdeildin eftir at fremja gransk-ing á altjóða stigi og at bjóða fram dygdargóðar útbúgvingar á BA- og MA-stigi. Umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir veita námini innlit í bókmentir og mál í hinum Norðurlondunum.

 

 

BA í føroyskum

Bachelorútbúgvingin í føroyskum máli og bókmentum tekur 3 ár. Byrjað verður við 2 ára støðisnámi. Staðið støðisnám er treyt fyri at fara undir triðja lestrarárið. Tá velja studentarnir millum lestrarevni, sum geva hinum einstaka møguleika at laga námið eftir áhugamálum og framtíðarætlanum sínum.

Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-nám.

Útbúgvingin gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið er neyðugur, t.d. innan fjølmiðlar, fyrisiting og granskingarstovnar

 

MA í føroyskum

MA-nám á Føroyamálsdeildini eru tvinnanda: MA í føroyskum og samansett MA

 

MA útbúgvingin í føroyskum er samansett av lestrarevnum og MA-ritgerð. Lærarar á deildini og gestalærarar bjóða fram lestrarevni, sum studentarnir velja ímillum.

MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á hægri skúlum, miðnámsskúlum og læraraskúla. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú í fjølmiðlunum.

MA-nám tekur 2 ár,.MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir Ph.D.-nám.

 

Samansett MA tekur 5 ½ ár. Hetta er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði.

 

Samband: tlf. 352520

-----------------------

 

 

 

Náttúruvísundadeildin

 

Bachelor í Lívfrøði

 

Allar útbúgvingarnar á Náttúru- og vísundadeildini eru skipaðar eftir altjóða leisti, sum ger tað lætt at lesa víðari á øðrum universitetum kring heimin.

 

Bachelor útbúgvingin í lívfrøði tekur trý ár og gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði. Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt verður føroyska náttúran ein náttúrligur partur í undirvísingini.

Í útbúgvingini lærir tú um, hvussu livandi verur eru uppbygdar og hvussu tær fungera. Í útbúgvingini verður eisini lært um evna- og lívevnafrøði, sum stuðla undir fatanina av lívfrøðiligum fyribrigdum.

At vera lívfrøðingur í Føroyum er nakað heilt serligt. Náttúra okkara liggur so mikið fjarskotin og burtur frá øðrum, at hetta á mangan hátt setir sín sermerkta dám á djóralív og plantulív okkara. Av somu orsøkum er altjóða áhugi fyri at gera genetiskar kanningar av føroyska fólkinum.

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri fjøltáttaðum og spennandi arbeiðsøkjum. Nøkur dømi eru:

Fiskirannsóknir, m.a. gera kanningar av føði, fóður-søltum, plantu- og djóraplankton, vøkstri og vakstrarbroytingum hjá fiski og at gera stovnsmetingar.

 

Bachelor í Jarð- og havfrøði

 

Bachelor útbúgvingin í Jarð- og havfrøði tekur trý ár og gevur tær eina breiða vitan um jarð- og havvísindi. Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt fært tú her eisini vitan um føroysku undirgrundina og um sambandið millum havstreymar kring Føroyar, veðurlag og fiskastovnar.

Stórur áhugi er fyri føroysku undirgrundini og mong altjóða oljufeløg hava seinnu árini verið virkin í leiting eftir olju og gassi í føroyska økinum. Somuleiðis er stórur áhugi fyri havinum kring Føroyar, tí her reka stórir streymar, ið ávirka veðurlagið kring allan heim.

Útbúgvingin gevur tær vitan og førleika til at luttaka í rannsóknum eftir olju og gassi í undirgrundini og í havfrøðiligum rannsóknum. Útbúgvingin gevur eisini grundarlag fyri fyrisitingarligum arbeiði, t.d. í oljufyrisiting ella umsiting av havumhvørvinum.

 

Bachelor í KT-verkfrøði

 

 

Bachelor útbúgvingin í KT- verkfrøði tekur trý ár og er skipað eftir altjóða leisti við denti á føroysk evni og nýtslumøguleikar. Útbúgvingin sameinir tær teknisku og skapandi loysnirnar, alt frá grundleggjandi elektronikki til víðfevnda forritan, á ein hátt, sum gevur tær eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni (KST).

Stórur áhugi er her heima fyri at menna KST vinnur, sum kunnu styrkja føroyska vinnulívið og samfelagið. Tí er eisini átroðkandi brúk fyri KT-verkfrøðingum í Føroyum.

Sum KT-verkfrøðingur hevur tú møguleika at arbeiða í KT vinnuni við framkomnum KST skipanum, bæði har tað snýr seg um “software” og “hardware, medisinskar kanningar, o.m.a.

 

Master er í leitingarjarðalisfrøði

Masterútbúgvingin í leitingarjarðalisfrøði (Exploration Geophysics) tekur tvey ár. Hon er ein víðari útbúgving í leiting eftir olju og gassi og byggir á bachelor í jarð- og havfrøði.

 

Norðurlendskur Master í Havøkologi og klima

'The Joint Nordic Master's Programme in Marine Ecosystems and Climate' er ein nýggj tvey ára útbúgving, sum Universitetini í Bergen, Íslandi, Aarhus og Føroyum bjóða út í felag. Hetta er ein altjóða útbúgving fyri lesandi, sum hava sína grundútbúgving innan biologiska ella fysiska havfrøði, og hava áhuga fyri tvørfakligum havfrøðiligum avbjóðingum.

Henda Master útbúgvingin byrjar í August 2009, og latið verður upp fyri umsóknum á várið 2009.

'The Joint Nordic Master's Programme in Marine Ecosystems and Climate' er vælhóskandi sum framhaldslestur omaná bachelor í Hav- og Jarðfrøði ella Lívfrøði frá NVD.

 

 

Phd

PhD-útbúgvingar eru í løtuni á NVD í jarð- og havfrøði og lívfrøði.

Bachelorar frá NVD hava tikið víðari útbúgvingar í fleiri londum. Nevnast kunnu New Zealand, Ongland, Skotland, USA, Noreg, Svøríki og Danmark.

 

Stakgreinalestur

Útbúgvingarnar á Náttúrvísundadeildini eru settar saman av modulum, og tí ber til at tekna seg til tær einstøku lærugreinirnar og taka prógv í teimum. Serstøk førleikakrøv eru tá til hvørja lærugrein sær. Hetta er ein góður møguleiki hjá teimum, sum vilja eftirútbúgva seg, ella vilja vinna sær innlit í eina nýggja lærugrein.

Umsóknarblað til stakgreinalestur á Náttúrvísundadeildini kann takast niður á nvd@setur.fo

 

 

 

Samband: nvd@setur.fo, tlf. 35 25 50

 

 

------------------------------------

Søgu- og samfelagsdeildin

 

Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar fram tvær útbúgvingar: í søgu og stjórnmálafrøði, báðar á bachelor- og masterstigi.

 

Søga

 

Útbúgvingin í søgu leggur dent á søgugongdina frá miðøld og fram til okkara tíð. Ein partur av útbúgvingini er um Føroya søgu sæð í størri norðurlendskum ella europeiskum høpi. Studentarnir læra vísindaligt ástøði og háttaløg til tess at kunna greina ymsar søgufatanir, og eisini eru kravd skeið í samfelagsfrøði og mentanarfrøði.

 

Bachelor-útbúgvingin í søgu tekur trý ár. Útbúgvingin kann vera annaðhvørt 3 ára lestur í søgu, at skilja sum breitt fakøki, ella samansett av 2 ára støðisnámi við søgu sum høvuðsfaki og síðan 1 árs lestur í øðrum tilvalsfaki.

 

Masterútbúgvingin í søgu tekur tvey ár oman á bachelor-útbúgvingina. Masterútbúgvingin kann eisini byggja oman á aðra samsvarandi útbúgving á bachelorstigi.

 

Stjórnmálafrøði

 

Útbúgvingin í stjórnmálafrøði leggur høvuðsdent á stjórnmálafrøðilig evni og verður útint úr somu vísindaligum sjónarhornum og við somu háttaløgum sum samfelagsfrøðilig gransking yvirhøvur nýtir. Studentarnir læra vísindaligt ástøði og háttaløg, og fáa venjing í at savna tilfar, t.d. at gera spurnakanningar og samrøður við relevantar persónar í fyrisiting o.ø. Størri kravd skeið eru altjóða politikkur og føroyskur politikkur, og annars eru skeið um demokrati, politiska mentan o.a.m.

 

Bachelor-útbúgvingin í stjórnmálafrøði tekur 3 ár og og verður sett saman av grundskeiðum, serskeiðum, verkætlan og serritgerð, hvørt við sínum próvtali.

 

Masterútbúgvingin í stjórnmálafrøði byggir á bachelor-útbúgvingina í stjórnmálafrøði og tekur tvey ár. Útbúgvingin kann eisini byggja omaná aðra samsvarandi útbúgving á bachelorstigi frá útlendskum lærustovni.

 

 

Lestur á Søgu- og samfelagsdeildini er at rokna sum fulltíðarstarv. Undirvíst verður á ymsan hátt: fyrilestrar, studentaframløgur, skrivligar venjingar og uppgávur, orðaskifti, seminar og leiðbeining. At kalla øll skeið enda við skrivligari próvtøku. Bachelornámið endar við ritgerð um sjálvvalt evni.

 

Fortreyt fyri upptøku er staðin miðnámsútbúgving.

 

Grundskeið í lóg

Grundskeiðið í lóg er partur av bachelornáminum í stjórnmálafrøði, men er eisini ætlað fólki, ið vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og løgfrøðiligum teksti. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg. Harumframt verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting.

Tað er ikki neyðugt at hava løgfrøðiliga útbúgving fyri at fylgja skeiðnum.

 

Samband: ssd@setur.fo, tlf. 35 25 80