Setrið dregur bæði føroyingar og útlendingar til Føroya

- Meðan tey donsku universitetini kappast um tey lesandi bæði innanhýsis og við Evropa, mugu Føroyar gera seg galdandi undir egnum treytum. Vit skulu í staðin bjóða útbúgvingarmøguleikar, sum eru serliga viðkomandi fyri tað føroyska samfelagið, men sum eisini taka støði í hinum smásamfeløgunum í útnorðri. Soleiðis siga Lau Øfjord Blaxekjær og Gestur Hovgaard, útbúgvingarleiðarar á ávíkasvíst West Nordic Studies og Master-læru, sum eru nýggjastu útbúgvingartilboðini hjá Fróðskaparsetrinum á Master-stigi. Tølini bera brá av, at útbúgvingarnar draga bæði føroyingar og útlendingar til Føroya. 

 

Tú kanst lesa meira um útbúgvingarnar West Nordic Studies og Master-læru í Mikudagssosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin.

 

Tað eru framvegis pláss eftir á West Nordic Studies og Master-læru. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 1. juli.