Setrið bjóðar master í løgfrøði

Nú fer Fróðskaparsetur Føroya at bjóða út master í løgfrøði. Hetta verður gjørt í góðum samstarvi við universitet í Danmark, Noregi og Íslandi.

Hesum boðar Setrið frá í dag umvegis heimasíðu sína.

Nýggja útbúgvingin byrjar í heyst við trimum ymsum skeiðum, sum er nóg mikið til fulltíðar lestur. Tær báðar næstu lestrarhálvurnar, vár og heyst 2014, verða fýra skeið, nakað av valfrælsi verður á útbúgvingini.

Setrið hevur drúgvar royndir í lóg. Í tíggju ár hevur grundskeið í lóg verið partur av bachelor í ymsum útbúgvingum hjá Søgu- og samfelagsdeildini. Umleið 500 fólk hava tikið hetta skeið antin sum part av bachelor ella sum eftirútbúgving.

Fróðskaparsetrið væntar, at tey, ið taka alla útbúgvingina, mest verða fólk, ið ætla sær at starvast í almennari og privatari fyrisiting, men at mong onnur fara at taka einstøk skeið, antin sum part av útbúgving við onnur universitet ella sum eftirútbúgving.

Útbúgvingin samsvarar við tvey tey síðstu árini av kendu kandidatútbúgvingunum.