Setrið avlýsir ætlaðar útbúgvingar

Í tíðindaskrivi boðar Fróðskaparsetur Føroya frá, at ótryggi universitetspolitikkurin ber við sær, at tað ikki verður farið undir MA í lóg og BA í jarðfrøði og havfrøði Sammett við tað, ið varð lagt upp til í uppskotinum, sum var til 1. viðgerð, so er játtanin til Fróðskaparsetrið á 2009 fíggjarlógini minkað við 5,2 milliónum krónum. Nú boðar Setrið frá, hvørjar avleiðingarnar av hesum verða.

Í tíðindaskrivi verður sagt soleiðis:

Vegna vantandi játtan verður ikki farið undir masterútbúgving í lóg á heystið 2009. Grundskeið í lóg heldur kortini fram og kanska eisini okkurt stakskeið í lóg.

Nær farið verður undir útbúgvingina, kann einki sigast um enn. Hetta verður ein spurningur sum nýsetta stýri setursins, sum hevur sín fyrsta fund miðskeiðis í januar, kemur at taka støðu til.

Setrið harmast at skula at skuffa studentar og øll tey frá almennu umsitingini og í privata vinnulívinum, sum hava sýnt hesi útbúgving so stóran áhuga.

Fróðskaparsetrið hevur, sum ein part av altjóðagerð setursins, havt ætlanir um eina 3- ára bachelorútbúgving í Jarð-og havfrøði / Earth and Ocean Science, sum eisini skuldi standa studentum í øðrum londum í boði við enskum sum undirvísingarmáli.

Eftir ætlan skuldi lýsing við upptøkutreytum og lýsing av bachelorútbúgvingini lýsast í samstarvi við Altjóða skrivstovuna nú í januar 2009.

Henda útbúgving skuldi byrja heystið 2009. Men vegna vantandi játtan og ótrygga føroyska universitetspolitikkin, verður henda útbúgving tíverri av ongum á hesum sinni. Setrið harmast at skula taka hesa avgerð.