Ímeðan bæði EB/Streymur og Víkingur eru á útivølli hósdagin, so skal NSÍ í Gundadali royna at gera nakað við eitt annars beiskt 0-3-tap í fyrra dystinum á útivølli ímóti Differdange. NSÍ royndi at hugsavna seg um verjupartin og avmarka eitt møguligt tap, men hetta eydnaðist ikki betur enn so, at teir nú hava eina sera trupla uppgávu. Runavíkingar verða so at siga tvungnir at gera nakað meiri framrættað í hesum dystinum, tí teir skulu í minsta lagi vinna sær trý mál.
Leikararnir úr Differdange eru høgir og kropsliga væl fyri, so um NSÍ velur at taka teir á bóli við álopssinnaðum taktikki eins og EB/Streymur ímóti Gandzasar og fær bjóðað teimum av í tekniska spælinum á hesum ókenda undirlagnum hjá teimum, so skuldi víðari luttøka ikki verið avskrivað.
NSÍ hevur fingið góðan styrk til henda dystin. Landsliðsleikarin Pól Jóhannus Justinussen, sum seinast hevur verið í danska AaB, skrivaði nevniliga fyrr í vikuni undir sáttmála við NSÍ, sum knýtir hann at felagnum, har alt byrjaði. Hann kann styrkja um bæði á miðjuni og á miðvøllinum, men í fyrstu atløgu væntast hann at verða settur í verjuna.
Dysturin verður spældur á Ovara Vølli hósdagin kl.18.30.