Carl Ole Olofson er 61 ára gamal og útbúgvin bilmekanikari.
Hann hevur arbeitt hjá Goodyear Danmark síðan 1977, og hann hevur vitjað í Føroyum í arbeiðsørindum so at siga hvørt ár í 25 ár.
Fyrstu árini var Petur Jacobsen, sum í dag er stjóri á Rás2, Goodyear umboðsmaður í Føroyum.
Seinnu árini hevur hann ferðast kring landið saman við starvsfólkum hjá Super Dekk í Havn.
Annars hava Goodyear dekkini verið umboðaði í Føroyum síðan fyrst í 30-unum. Fyrstu mongu árini av bilfyritøkuni P/F Vilhelm Nielsen.
Í samrøðuni kom Carl Ole, ið er kendur sum ein sera fryntligur og fyrikomandi maður, inn á, hvussu nógv infrastruktururin í Føroyum er broyttur hesi 25 árini, hann hevur ferðast hendan vegin. Hann heldur, at vit hava eitt framúr gott veganet, og tað at vit skjótt kunnu koyra úr Vágum til Klaksvíkar er heilt "fantastiskt".










